Smápartafelagið Eldborg Fisk byrjaði fyri mongum árum síðani og hevur líka síðani felagið varð stovna í 1994 arbeitt við at útvega fyrstafloks fisk til føroyingar sum heild. Oftani bert nevndur “suðuroyingurin”, tá lýst verður í Útvarpinum, so flestu fólk kenna ivaleyst mannin handan fyritøkuna, Óla Johansen.

Hóast Eldborg Fisk var stovnað í 1994, arbeiddi Óli longu við at selja kalva og hemara til útflutnings frá 1992.

Virksemið fyrigongur nú á Sjógøtu 137 á Tvøroyri, har eigarin húsast í kjallaranum í egnu sethúsunum hjá sær.Her hevur hann eit løgiltut virki á serða høgum støði sum regluliga er undir eftirltið ,og hvar hann dag inn og dag út virka fiskin, sum er kendur fyri sína høgu góðsku.

Fiskurin verður keyptur á Fiskimarknaður Føroya og útilokandi  línu fiskur, sum siðani verður virkaður av upplagstum fiskimonnum sum eru millum 60-79 ár sostatt av serfrøðingum og av tí, at talan er um eitt minni virki, so er tað altíð nýggj framleiðsla.

Eldborg Fisk er eisini kend býarmynd í Havnargøtum, har bilurin við fiskinum nærum hvønn einasta fríggjadag stendur og Óli stendur og selur fiskin til tey vitjandi. Hetta virksemið byrjaði í 1998 og hevur hann síðan verið í Tórshavn nærum hvønn fríggjadag.

Comments are closed.